Lýsing
Hevur tú sum námsfrøðingur hug og dirvið at arbeiða við leiðslu, har tú fært møguleikan at ávirka tað námsfrøðiliga innihaldið á stovninum?
Hevur tað tín áhuga, at gera mun baði millum børn,og starvsfelagar?
Um tú leggur stóran dent á gott samstarv, at arbeiða við langtíðar ætlanum og at skapa ein góðan gerandisdag fyri tínir starvsfelagar, børnini á stovninum, teirra foreldur og stovnsleiðaran, so er tað júst tær vit leita eftir. Vit skimast eftir fakliga og væl grundaðum, relationellum sterkum fólkið við góðari orku og smittandi arbeiðsgleði.
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum varaleiðara at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2026 ella skjótast gjørligt eftir avtalu. Tú kemur eisini sum námsfrøðingur at verða knýtt/ur at barnagarðsstovu við 17 børnum og trimum øðrum starvsfólkum.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema