Lýsing
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu víðkar um toymið – søkt verður eftir tveimum sosialráðgevum.
Vilt tú gera veruligan mun fyri børn og familjur í truplum lívsstøðum – og samstundis vera partur av einum sterkum fakligum felagsskapi, har samstarv, menning og dygd eru í hásæti?
Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir tveimum ágrýtnum og ábyrgdarfullum sosialráðgevum til føst størv, fulla tíð (39 tímar um vikuna).
Størvini eru liður í eini uppnormering av Barnaverndartænastuni í Tórshavnar Kommunu í sambandi við, at kommunan skal umsita barnaverndarøkið fyri Sandoyar og Skúvoyar kommunur tann 1. apríl 2026. Arbeiðsøkið verður tí bæði innanfyri Tórshavnar Kommunu og Sandoyar og Skúvoyar kommunur.