Skansi Offshore
Útgivið
6. februar 2026
Útgongur
19. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Fulltíðarstarv, at byrja skjótast gjørligt
Vit søkja eftir bókhaldara til fulltíðarstarv

Vit søkja eftir einum dugnaligum og álítandi bókhaldara at byrja skjótast gjørligt.

Hevur tú skil fyri tølum og trívist tú við skipaðum arbeiði, so er tað kanska tær vit leita eftir.

Skansi Offshore eigur og rekur fimm veitingarskip. Í reiðarínum starvast umleið 130 sjófólk, umframt 10 starvsfólk í umsitingini á landi. In good Company er eitt av hornasteinunum í fyritøkuni hjá okkum, og er hetta galdandi bæði fyri starvsfólkini á landi og á sjónum. Vit veita tænastur av hægstu góðsku umframt nýskapandi loysnir til okkara kundar í einari altjóða frálandavinnu. Les meira um okkum á www.skansi.fo

Starvið er fjølbroytt og fevnir bæði um bókhaldsuppgávur, lønaravrokning og fyrisitingarligt arbeiði, herundir ymiskar rapporteringar.

Um starvið
Sum bókhaldari hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt starv, har høvuðsuppgávurnar eru:

  • Allar vanligar bókhaldsuppgávur og lønaravrokning
  • Fyrisitingarligar uppgávur
  • Rapportering

Tú arbeiðir tætt saman við leiðslu, starvsfeløgum og manningini umborð og verður ein týðandi partur í dagliga rakstrinum, har tú vísir til fíggjarleiðaran.

Vit leita eftir tær, sum

  • Hevur útbúgving og/ella royndir innan bókhald og fyrisiting
  • Hevur royndir við Navision (Business Central) ella líknandi bókhaldsskipan
  • Hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum
  • Trívist við ábyrgd og arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
  • Er fyrikomandi, álítandi og samstarvssinnað/ur

Hjá okkum fært tú

  • Eitt starv við ábyrgd og fjølbroyttum uppgávum
  • Møguleika at vera við til at menna arbeiðsgongdir og rapporteringar
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Løn eftir avtalu
  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivna, samstarv og fakligheit

Umsókn, saman við lívsrensli og prógvum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. februar.

Løn eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at seta teg í samband við Jógvan Emil Nielsen, CFO á tlf: 794915 ella á teldupost jen@skansi.fo ella Elin Sigvardsen, CHRO, á tlf: 794902 ella á teldupost elin@skansi.fo

søk starvið

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið