Sp/f Paz
Útgivið
6. februar 2026
Útgongur
26. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt starv í matstovu okkara, Paz, og hevur tú hegni at veita gestum okkara fyrstafloks tænastu, so er tað tær, vit leita eftir til okkara toymi.

Starvið
Arbeitt verður í vaktum - mest um kvøldið frá 17:00 og 00:00, týs- til fríggjadagar, umframt ein leygardag um mánaðin.
Kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði.

Tín uppgáva verður millum annað at veita tænastu til gestir okkara og tað ið hoyrir til at arbeiða í eini matstovu.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum hevur nærlagni og arbeiðssemi sum eyðkenni, umframt:

  • Hevur áhuga í kundatænastu
  • Hevur góðar samskiftisførleikar á enskum. Onnur mál er ein fyrimunur.
  • Dugir at arbeiða í toymi
  • Dugir at síggja loysnir í avjóðingum
  • Tekur ábyrgd og sjálvstøðugar avgerðir
  • Tú ert fylt/-ur 18 ár, men ikki eitt krav

Um okkum
Paz er ein matstova í hjartanum í Havn, har tænasta og føroyskar rávørur eru í hásæti.

Arbeiðstíð
Talan er um bæði tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum, men eisini er møguleiki fyri fulltíðarstarvi í tíðarskeiðnum 16. mars til 1. november 2026.
Løn sambært avtalu

Umsókn
Umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til career@paz.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreistin er mánadagin 26. mars.

Vilt tú vita meira?
Send ein teldupost til career@paz.fo, ella set teg í samband við Poul Andrias Ziska, tel. 531508.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið