Amnesty International Føroyar
Útgivið
6. februar 2026
Útgongur
23. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Amnesty International Føroyar søkir eftir starvsfólki at arbeiða 30 tímar um vikuna. Arbeiðið er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað til eitt ár, men okkara vón er, at tað kann gerast eitt fast starv.

Amnesty International er ein altjóða mannarættindafelagsskapur við 70 skrivstovum kring heimin. Vit arbeiða fyri einum heimi, har øll menniskju hava tey grundleggjandi rættindi, sum eru ásett í ST-yvirlýsingini um mannarættindi og í altjóða mannarættindasáttmálum.

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi?
Á skrivstovuni starvast í løtuni tvey fólk, undirvísingarsamskipari og aðalskrivari. Virksemið er fjølbroytt og fevnir m.a. um samskifti, samskipan, fyriskipan, undirvísing, fundraising og fyrisiting.

Vit leita eftir tær, sum við útbúgving, royndum og fakligum og persónligum førleikum saman við okkum kanst tryggja, at vit á skrivstovuni í felag hava evnini at røkja uppgávurnar hjá felagsskapinum. Vit umskipa í løtuni okkara virksemi, og tí verða uppgávur og ábyrgdarøki býtt eftir, hvør verður settur í starvið.

Tað eru fleiri ymiskar útbúgvingar og royndir, sum eru viðkomandi, men útbúgvingar innan eitt nú samfelagsvísindi, samskifti, mál og lóg eru ein fyrimunur. Royndir við skriftligum samskifti, sosialum miðlum, fundraising, átaksarbeiði, strategi og fyriskipan eru serliga viðkomandi.

Mest av øllum sóknast vit eftir tær, sum:

  • brennur fyri at verja og virka fyri mannarættindum
  • tekur undir við visjónini og misjónini hjá Amnesty International
  • hevur góð samskiftisevni, og ert stinn/ur í føroyskum og enskum
  • ert fleksibul, ágrýtin og megnar at arbeiða í tøttum samstørvum
  • megnar at arbeiða við fleiri uppgávum samstundis
  • hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir

Hetta hava vit at bjóða
Vit kunnu bjóða tær at gerast partur av okkara lítla toymi her í Føroyum, og samstundis gerast partur av heimsins størsta mannarættindafelagsskapi. Arbeiðið gevur tær innlit í og royndir við fjøltáttaða arbeiðinum í einum altjóða áhugafelagsskapi.

Arbeiðið liggur innan vanliga skrivstovutíð á skrivstovu okkara í Havn, men kvøldararbeiði kemur fyri av og á. Tað verður eisini væntað av tær, at tú ert fús/ur at taka eyka tøk, tá tað er neyðugt, og somuleiðis taka vit atlit og eru liðilig, um eitthvørt krevjandi er á skrá hjá tær.

Lønin er sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Send okkum eina umsókn
Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, send okkum so umsókn, lívsrensl, viðmæli o.a. Greið okkum frá, hvør tú ert, og hví júst tú ert rætti persónurin til starvið. Í Amnesty International virða og virðismeta vit fjølbroytni, og eggja vit øllum áhugaðum at søkja starvið.

Umsókn, lívsrensl o.a. skal sendast amnesty@amnesty.fo seinast mánadag 23. februar kl. 12. Vit vóna, at tú hevur møguleika at byrja sum skjótast.

Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið Mariu Jóhansdóttir, aðalskrivara, telefon 235817 og teldupost turid@amnesty.fo, ella Regin Berg, virkandi formann, telefon 581013 og teldupost chair@amnesty.fo.

Líknandi størv

6. februar 2026
6. februar 2026
3. februar 2026
Dekkari til Jákup Sverra   Faroe Islands nýtt
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið