IRF
Útgivið
6. februar 2026
Útgongur
22. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Arbeiðið at byggja panthøllina í Sandavági er nú komið so langt, at vit nu kunnu at søkja eftir starvsfólki til høllina. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður í dagtímunum.

Um Panthøllina
Nýggja skipanin hevur við sær, at IRF fer at heinta øll pantíløt frá handlum í Føroyum, og skilja og viðgera tey í høllini í Sandavági. Í byrjanini verður pant á teimum íløtum, sum vit kenna í dag, men við tíðini kemur helst pant á onnur einnýtis- og endurnýtsluíløt úr plasti, glasi og aluminium. Panthøllin verður útgjørd við nýmótans útgerð og KT-skipanum, og sum frá líður fara væntandi 4-5 starvsfólk at starvast á staðnum.

Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá fólki, at sleppa av við øll pantíløt á sama stað, soleiðis at so nógv íløt sum gjørligt koma inn aftur til endurvinning og endurnýtslu. Talan er um eina nýggja og burðardygga skipan, sum fer at hava stóran samfelagsligan og umhvørvisligan týdning fyri Føroyar.

Tað er Umhvørvismálaráðið, sum hevur heitt á IRF um at umsita pantskipanina og harvið tryggja, at íløt verða savnað inn, flokkað og send víðari til endurvinning og endurnýtslu.

Arbeiðsuppgávur

  • Móttøka av bilum, sum koma við pantíløtum
  • Skiljing av fløskum, dósum v.m.
  • Avskiping
  • Reinhald av høllini og útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið

Vit vænta av tær, at tú

  • hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert røkin, álítandi og jalig/ur

Ynskiligt er, at tú kanst byrja 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

Vit bjóða
Tú fært upplæring í starvinum, men tú verður eisini við til at menna arbeiðsgongdirnar og fært møguleika at seta tín dám á. Um tú ikki hevur trukkloyvi frammanundan, verður tílíkt skeið bjóða tær.

Tú verður partur av stórari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Samlaði starvsfólkahópurin hjá IRF telur umleið 100 starvsfólk, og millum hesi teljast mong, ið hava verið hjá felagnum í nógv ár. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, sum lyfta eina uppgávu av stórum samfelagsligum og umhvørvisligum týdningi. Vit skipa javnan fyri trivnaðartiltøkum og veita førleikamenning.

Setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv í dagtímunum. Yvirtíð kann koma fyri til tíðir. Starvsstaðurin er panthøllin í Sandavági. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er í seinasta lagi sunnudagin 22.02.26.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til til Mortan Olsen, leiðara, á tlf. 234277 ella umvegis teldupost á mol@irf.fo

Søk starvið her: Starvsfólk til Panthøllina

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdi 36.000 tons av burturkasti, harav 8.700 tons vórðu endurvunnin og 3.600 tons vórðu tyrvd.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í áhaldandi arbeiðinum at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á her.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið