Lýsing
Tann 1. juni letur nýggj spennandi matstova upp í hjartanum í Havn.
Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia.
Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show bar í miðjuni.
Um starvið
Sum kokkur í okkara livandi køki, tekur tú lut í menningini av nýggja matkonseptinum á Tubbak. Tú arbeiðir við frískum rávørum og skapar rættir, ið eru væl samansettir í burðardygdum loysnum og smakki.
Tú
- Ert útbúgvin kokkur og dugir títt handverk
- Ert væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini undir trýsti
- Tú ert álítandi og fert til arbeiðis við einum jaligum hugburði
Vit bjóða tær
- Ein nýggjan og nútímans køk
- Eitt spennandi og nýhugsandi arbeiðisumhvørvi, har tónin er óformellur og stórur dentur verður lagdur á trivnað
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála á økinum.
Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 1. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Starvsbyrjan er mai 2026.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin her.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við okkara høvuðskokk, Karolina, á chefmanager@tubbak.fo