Gigni
Útgivið
9. februar 2026
Útgongur
2. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

At byrja í apríl 2026

Talan er um tímar á skúla- og smábarnaøkinum, umframt nakrar tímar, sum verða brúktir eftir tørvi.

Møguleiki er fyri at seta tímar saman, so talan gerst um fulltíðarstørv, lægri brøk, ella at leggja tímar afturat verandi starvi. Í nøkrum førum ber til at tillaga størv við lágari normering soleiðis, at arbeiðast kann t.d. aðru hvørja viku. Vanliga verður viðmælt, at starvsfólk í føstum starvi hava eina normering, sum er minsta lagi 20 tímar um vikuna.

  • Norðoyggjar og Eysturoy:
    • 32 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja 1. apríl 2026 ella eftir avtalu.
      • 24 tímar á skúlaøkinum í Norðoyggjum.
      • 8 tímar á smábarnaøkinum í Norðoyggjum og Eysturoy.
  • Sundalagið (Eysturoy/Streymoy)
    • 20 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja sum skjótast
      • Starvið er á smábarnaøkinum í Sundalagnum.
  • Tórshavn, men møguliga við uppgávum í øllum meginøkinum, har koyrandi er.
    • 32 tímar um vikuna í miðal, fast starv at byrja 1. apríl ella eftir avtalu.
    • Starvið er samansett, so arbeitt verður bæði á skúlaøkinum og
      smábarnaøkinum. Integratiónsuppgávur verða væntandi eisini partur av
      starvinum.
    • Ætlanin er, at nakrar av uppgávunum í starvinum vera skiftandi, so møguleiki
      er fyri at lætta um, har nógv er at gera, ella har farloyvi og sjúkrameldingar
      eru.

Vit vilja eisini kunna um Lestrarstørv/praktikkavtalur: les meira niðast í hesi lýsing.

Um ongin umsøkjari lýkur treytirnar fyri vanliga setan, kann ein sjúkrarøktarfrøðingur við serligum arbeiðsroyndum verða settur í tíðaravmarkað starv at røkja part av heilsufrøðingastarvinum.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikar og eginleikar:
Vit vænta, at tú...

  • hevur útbúgving sum heilsufrøðingur
  • hevur løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • hevur góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og onnur
  • ert ábyrgdarfull/-ur og álitisvekjandi
  • ert áhugað/-ur í fakligari menning
  • gevur samtykki til, at Gigni útvegar barnaváttan um teg sambært §2 í
    barnaváttanarlógini, áðrenn setanin kann vera framd.

Sjúkrarøktarfrøðingar:
Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagi 32 tíma
    arbeiðsviku – og hava royndir úr tveimum ella fleiri av ávikavist føði- og barsilsdeild,
    neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum
    starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar, og ein av
    starvssetanun um skal hava verið í minsta lagi í 6 mánaðir.

Broytingar í starvinum:
Gigni er í eini menningartilgongd. Tí kann væntast, at raðfestingar og mannagongdir kunnu broytast, eins og tillagingar kunnu verða gjørdar í setanarøkinum við hóskandi fráboðan.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til
heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700
Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 22. februar 2026.

Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sólrun Foldbo, fakligan
stjóra, solrunf@gigni.fo tlf. 562394.

Viðv. lestrarstørvum/praktikkavtalum: Um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur og ætlar at lesa til heilsufrøðing, er neyðugt at hava eina praktikkavtalu. Gigni kann gera praktikkavtalu við 2 umsøkjarar, sum ætla at fara undir útbúgving í januar 2027. Umsóknarfreistin til útbúgvingina er mánadagin 24. august 2026 kl. 12.

Les meira á: www.kp.dk/videreuddannelser/specialuddannelse-til-sundhedsplejerske

Líknandi størv

Sjóvarlon søkir avloysarar   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
Málfrøðingur til Málráðið   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið