Lýsing
Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum elektrikarum til ELFO til fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan elektrikaraøkið. Ynskir tú at vera partur av einum toymi, har arbeiði við høgari góðsku og trivnaður eru í hásæti, er ELFO møguliga júst nakað fyri teg.
Útbúgving og royndir
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin elektrikari
- Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir innan elektrikara arbeiði.
Persónligir eginleikar
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:
- Ert álítandi og vísir øðrum virðing
- Hevur lætt lyndi og ert hugagóður/góð
- Hevur góð samstarvsevni og ert fleksibul.
- Ert ábyrgdarfull/ur og miðvís/ur.
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Setanarviðurskifti
Starvið sum elektrikari verður lønt sambært avtalu. Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Arne Debess, tel. +298 739501 ella skriva teldupost til el@el.fo.
Umsókn
Skrivligar umsóknir við prógvum og viðmælum skulu sendast í telduposti til el@el.fo. Rætti
umsøkjarin byrjar skjótast til ber.
Um ELFO
ELFO starvast við øllum innan el-arbeiði og er ein heildarveitari av elektriskum anleggum og skipanum til sterkstreym og veikstreym. Vit leggja okkum eftir at fara eins væl um okkara starvsfólk sum við okkara kundum, soleiðis at øll sum starvast hjá ELFO, kenna seg sum ein eins týdningarmiklan part av fyritøkuni.