Faroe Ship
Útgivið
9. februar 2026
Útgongur
25. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Faroe Ship søkir eftir einum framskygdum og sterkum leiðara til importdeildina hjá
felagnum.

Faroe Ship er ein av snúningsásunum innan innflutning til Føroya, og hvørja viku skulu vit
geva kundum okkara bestu loysnirnar at flyta góðs við okkara væl útbygdu flutningsketu –
bæði innlendis og um allan heim.

Sum leiðari fyri importdeildina verður tú partur av leiðslutoyminum á Faroe Ship við
beinleiðis tilvísing til stjóran. Tú verður við til at seta tín dám á kósina hjá fyritøkuni, og tú
verður samstundis partur av altjóða samstarvinum við restina av Eimskip samtakinum.

Starvið sum leiðari fyri innflutningsdeildina fevnir bæði um importdeildina á Faroe Ship og
um okkara skundflutningsdeild, Faroe Express.

Førleikakrøv
Talan er um sera spennandi og avbjóðandi starv, sum krevur góð leiðslu- og
samskipanarevni, og góðan kunnleika til føroyska vinnulandslagið. Vit vænta okkum ein
professionellan leiðara, ið hevur dirvi at virka í einum kappingarmerktum umhvørvi, og sum hevur eitt gott tev fyri tænastu og handli.

Vit vilja hava ein leiðara, sum gongur á odda og torir at taka avgerðir, er lættur í sinni, dugir at samstarva, og sum hevur eitt smittandi áræði. At enda er neyðugt at duga at tosa og skriva føroyskt og enskt.

Lønarviðurskifti og umsókn
Talan er um fulltíðarstarv við starvsstaði á Eystaru Bryggju í Havn. Lønin verður avtalað í
samsvari við førleikar og royndir. Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast okkum
umvegis Alfred. Sí eisini lýsing á www.alfred.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. februar 2026. Byrjunardagurin er 1. apríl 2026 ella eftir
nærri avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Steinar Eirikstoft, stjóra, á
telefon 549001 ella við mail til sth@faroeship.fo

Um arbeiðsplássið
Faroe Ship varð sett á stovn í 1919 og er framvegis ein hin fremsta shipping og
flutningsfyritøkan í Føroyum.

Faroe Ship er partur av Eimskip samtakinum, sum er leiðandi flutningsfyritøkan í
Norðuratlantshavi. Eimskip veitir sjóvegis flutningstænastur við sambondum til altjóða
marknaðin við serligum denti á frystar og køldar vørur. Eimskip hevur fleiri enn 1.700
starvsfólk býtt á 4 heimspartar og 20 lond, av hesum eru um 100 starvsfólk knýtt at Faroe
Ship.

Faroe Ship hevur goymslur og terminalar í Ánunum, á Tvøroyri og í Tórshavn, har eisini
høvuðsskrivstovan er. Afturat hesum hevur Faroe Ship ein væl útgjørdan bilaflota, sum
tryggjar innlendis flutning um alt landið. Faroe Express og Faroe Ship Agency eru
samantvinnaðir partar av Faroe Ship.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið