Roðin økistænastan
Útgivið
9. februar 2026
Útgongur
27. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Sjóvarlon leitar eftir umsorganarfullum og ábyrgdarfullum avloysarum.

Vit søknast eftir:
Heilsurøktarum, Heilsuhjálparum og hjálparfólki at arbeiða í vikuskiftunum. Talan er um arbeiði í
dagvaktum og kvøldvaktum. Arbeiðið kann tillagast soleiðis at arbeitt verður 2. hvørt ella 3. hvørt vikuskifti.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • At veita persónliga og praktiska røkt, við tí endamáli at stuðla teimum í at varðveita sjálvbjargni og góða lívsgóðsku.
  • At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at búfólki fær ta hjálp teimum tørvar.
  • At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
  • At vera við til at menna trivnaðin hjá búfólkunum og stuðla í gerandisdegnum.

Vit leita eftir tær, ið:

  • Ert útbúgvin heilsurøktari ella heilsuhjálpari – hóast tað ikki er eitt krav.
  • Hevur møguligar royndir í røkt - hóast tað ikki er eitt krav.
  • Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við búfólk, avvarðandi, starvsfelagar og aðrar fakbólkar.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka búfólkinum.
  • At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
  • Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
  • Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála.

Setanarviðurskifti:
Størvini vera lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunn Olsen, tlf 793387, gunno@rodin.fo, deildarleiðara á Sjóvarlon.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning (um viðkomandi) og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til: rodin@rodin.fo

Viðmerkjast skal: “Avloysari til Sjóvarlon”
Umsóknarfreistin er 27. februar 2026

Líknandi størv

Málfrøðingur til Málráðið   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið