Glasir
Útgivið
9. februar 2026
Útgongur
24. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum skrivstovufólki til stjórnarskrivstovuna, ið hevur hug og hegni at umsita- og samskipa týðandi fyrisitingarligar uppgávur innan næmingaøkið á Glasi.

Á stjórnarskrivstovuni starvast rektari, vararektari, stjóri á Næmingatænastuni og fýra starvsfólk, ið arbeiða við HR, samskifti, menning, samskipan og næmingaviðurskiftum. Tú verður partur av stjórnarskrivstovuni og vísir til stjóran á Næmingatænastuni.

Starvið fevnir breitt og fevnir í høvuðsheitum um fyrisitingarligar uppgávur umframt skrivarauppgávur.

Arbeiðsuppgávurnar:
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:

  • umsita næmingafráveru
  • fyrireika næmingamál og skjøl til víðari viðgerð
  • veita fakliga “sparring” og stuðul í fyrisitingarligum spurningum
  • samstarva og samskipa tvørturum økir/eindir
  • journalisera og annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:
Tú hevur skrivstovuútbúgving og hollar telduførleikar. Fyrimunur er, at:

  • tú hevur royndir innan fyrisiting, helst á útbúgvingarøkinum
  • tær dámar at arbeiða skipað og megnar fleiri uppgávur í senn
  • ert sjálvstøðug/ur, virkisfús/ur, forvitin, ágrýtin og fleksibul
  • ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • megnar at hugsa loysnir og hava yvirlit
  • hevur innlit í lógarverk og KT skipanir innan skúlaverkið

Løn og setanartreytir:
Talan er um fast fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu. Setanin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar:
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annie Fjallsá, stjóra á Næmingatænastuni, á telefon 211825 ella t-post anf@glasir.fo.

Umsóknarfreist:
Umsókn við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum, skal sendast talgilt til starv@glasir.foí seinasta lagi týsdagin 24 februar 2026.

Um okkum:
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær útbúgving á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreytini, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at útbúgva og búgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

Líknandi størv

9. februar 2026
Sjóvarlon søkir avloysarar   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið