Lýsing
Hevur tú hjarta fyri menniskjum – og ynskir tú eitt arbeiði, har tú veruliga gert mun?
Eitt arbeiði, har nærvera, virðing og menniskjaligur varmi eru líka týdningarmikil sum praktiskar
uppgávur?
So er hetta starvið kanska nakað fyri teg.
Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn søkir eftir starvsfólki til hitastovuna. Starvið er fast og
skipað sum arbeiði aðru hvørja viku – í líka viku – frá mánadegi til sunnudag kl. 11.00 – 21.00 (70
tímar viku). Starvið verður tøkt, tí núverandi starvsfólk fara frá vegna aldur.
Um starvið
Sum starvsfólk á herberginum ert tú ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá fólki, ið
ofta liva við avbjóðingum. Tú ert við til at skapa ein tryggan og rúmligan gerandisdag, har fólk
kunnu koma inn, verða sædd, hoyrd og møtt við virðing – akkurát sum tey eru.
Arbeiðið snýr seg bæði um menniskjaliga nærveru og praktiskar uppgávur. Tú verður ein
støðugur og álítandi persónur í einum umhvørvi, har smáar gerðir ofta hava stóran týdning.
Starvið fevnir m.a. um:
- At halda hitastovuna reina, ruddiliga og hugnaliga
- At tryggja, at altíð er matur og drekka til brúkarar og vitjandi
- At halda økið uttanfyri reint og ruddiligt
- At vera til staðar hjá fólki við rúsevnis- og/ella alkoholtrupulleikum
- At tryggja, at reglur og avtalur verða hildnar – á ein virðiligan hátt
- At stuðla teimum, ið ynskja broytingar í lívinum, og vera bindilið til starvsfelagar og aðrar
fakbólkar - At heinta vørur, hava ábyrgd av fløskuinnsavningin og hjálpa til við ymiskum praktiskum
uppgávum á Herberginum
Stutt um okkum
Herbergið í Tórshavn er partur av virkseminum hjá Frelsunarherinum. Vit arbeiða út frá einum
kristnum virðisgrundarlagi, har menniskjalig virðing, umsorgan og næstrakærleiki eru
grundsúlurnar í øllum, vit gera.
Herbergið er eitt búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við sosialum og/ella
rúsevnisavbjóðingum. Vit hava hitastovu og roykstovu, dagsentur og møguleika at lata heimleys
gista í styttri tíðarskeið. Eisini hjálpa vit familjum og einstaklingum í trongd við mati og øðrum
neyðugum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert tolin, rúmlig/ur og fleksibul
- megnar at møta fólki við virðing, eisini tá lívið er trupult
- hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir
- megnar at halda reglur og arbeiða eftir leiðbeiningum
- hevur góða likamliga og sálarliga heilsu
- hevur koyrikort
- kanst taka undir við og arbeiða út frá virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum
Um áhugi og førleikar eru til staðar, kann eisini verða møguligt at avloysa í øðrum uppgávum í
húsinum í frívikuni.
Arbeiðstíð
- Arbeitt verður aðru hvørja viku (líkavikur)
- Mánadag til sunnudag kl. 11.00 – 21.00
- 70 tímar viku, síðan 7 dagar frí
Løn og setan
- Starvið er lønt sambært sáttmála hjá Pedagoghjálparafelagnum
- Starvsbyrjan: skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til, Herbergid@frh.fo