Lýsing
Skúlin á Trøðni søkir eftir varaskúlastjóra at byrja skjótast gjørligt. Í Skúlanum á Trøðni eru skúlaárið 2025/26 í alt 72 næmingar innskrivaðir í skúlaaldri til 18 ár. Starvsfólkalið í Skúlanum á Trøðni og í Heildagstilboðnum telja uml. 62 starvsfólk.
Ábyrgdar- og uppgávuøki
Varaskúlastjórin er við til at mynda skúlan saman við stjóranum og skal saman við stjóranum standa á odda fyri fakligu og námsfrøðiligu menningini á skúlanum.
Varaskúlastjórin skal undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Harumframt krevst, at varaskúlastjórin er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans.
Varaskúlastjórin skal saman við stjóranum støðugt skapa virðing fyri skúlanum og umstøðum hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd. Partur av ábyrgdar- og uppgávuøkinum er heildagstilboð skúlans, dagligi leiðarin í Heildagstiboði skúlans er partur av leiðslutoyminum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir á serøkinum ella í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og/ella royndir á serøkinum.
Vit ynskja, at tú:
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
- ert virkisfús/-ur og fyrikomandi
- hevur vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
- virkar fyri virðing, trivnaði og felagskenslu í øllum skúlanum
- hevur góðan málsligan førleika á skrift og í talu
- hevur førleikar at taka neyðugar avgerðir
- hevur góðan kunnleika innan KT
- antin hevur ella vil fara undir leiðsluútbúgving
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Skúlin á Trøðni. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1, sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra á tlf. 283213
Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi 26. februar 2026 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til: sat@sat.fo og frámerkjast varaskúlastjórastarv.
Setanarsamrøður verða væntandi í viku 10.