Tórshavnar kommuna
Lýsing
Hevur tú røttu førleikarnar og hevur tú royndir, áhuga og hegni at arbeiði innan eldraøkið, so er eitt áhugavert starv leyst at søkja. Talan er um eitt fast starv á Virkis- og venjingarstovuni á Lágargarði á setunarbrøki 0,95.
Virkis- og venjingarstovan er eitt dagtilhald fyri heimabúgvandi fólkapensionistar, ið hava tørv á einum virknum gerandisdegi. Dentur verður lagdur á góða samveru við tí fyri eyga at skapa ein innihaldsríkan og aktivan gerandisdag. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, ítriv, útferðir, handaligt arbeiði, rørslur og ganga túrar.