Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av ”Udlændinge Kontrol Afdelingen” (UKA) hjá Føroya Politi og á henda hátt verða við at skipa útlendingaftirlitið í Føroyum? Dugir tú væl at skipa tínar arbeiðsuppgávur, hevur tú áræði og hug at koma út av skrivstovuni? So er hetta starvið nakað fyri teg!
Um starvið og deildina:
Føroya Politi setti eina útlendingaeftirlitsdeild á stovn í fjør. Deildin er staðsett í Tórshavn og á flogvøllinum í Vágum.
Høvuðsuppgávan hjá deildini er at tryggja rætt innferðaeftirlit og fráferðaeftirlit til og úr Føroyum. Deildin hevur eisini ábyrgdina av samskipa alt marknaeftirlit til og úr Føroyum, bæði sjóvegis og loftvegis.
Sum fyrisitingarligt starvsfólk fært tú møguleika fyri at seta dám á deildina, og tú verður við til at deildin verður virkin og væl skipað frá byrjan av.
Tínar arbeiðsuppgávur:
Tú verður ein týdningarmikil partur av Schengen-samstarvinum, og tú verður til at útinna útlendinga- og marknaeftirlit eftir einum høgum felags leisti.
Sum fyrisitingarligt starvsfólk fert tú at hava ein týdningarmiklan leiklut í eftirlitsdeildini og tú skalt millum annað:
- Samskipa og leggja útlendingaeftirlit til rættis
- Gera fyrisitingarligt eftirlit av skips-og flogferðslu í skipanunum hjá politinum
- Útinna útlendinga- og marknaeftirlit við innferð og fráferð
- Svara og handfara fyrispurningar frá borgarum viðv. útlendinga- og marknaeftirlitsøkinum
- Stuðla undir hagtalsgreining og optimering í samband við manngongdir hjá nýggju deildini
Tú verður útbúgvin innan marknaeftirlit og nýtslu av viðkomandi telduskipanum innan økið.
Um teg:
- Tú ert skipað/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur royndir við fyrisitingarligum uppgávum og handfaring av data
- Tær dámar væl at hava samband við borgarar, ert tænastusinnað/ur og dugir samstundis at vera í leiklutinum sum myndugleiki
- Tú hevur áræði og hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøki, KT-skipanir og lóggávu á útlendinga- og marknaeftirlitsøkinum
- Tú dugir føroyskt og/ella danskt flótandi skrivliga og munnliga. Harafturat skalt tú hava góð evni at samskifta á enskum
- Tú leggur dent á smálutirnar, tekur ábyrgd og ert álítandi
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur eina jaliga tilgongd til tínar arbeiðsuppgávur
- Tú trívist í einum starvi, har arbeiðsuppgávurnar eru skiftandi og tú hevur samband við borgarar
- Tú hevur útbúgving innan fyrisiting ella aðra líknandi útbúgvin og royndir. Tú fært undirvísing í teimum ymsu
- KT-skipanunum, sum tú skalt arbeiða við
- Tú hevur møguleika at arbeiða í vikuskiftum og summar vanligar dagar aftaná kl. 16.00
- Tú hevur koyrikort til bólk B
Vit bjóða tær:
- Ein týðandi leiklut í einari nýggjari deild
- Møguleikan fyri at seta dám á menningina av marknaeftirlitinum í Føroyum
- Útbúgving innan marknaeftirlit og upplæring í KT-skipanunum hjá politinum
- Fjølbroyttar og mennandi arbeiðsuppgávur
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og kunnleika
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi sáttmála millum HK-felagið og Moderniseringsstyrelsen.
Tín starvssetan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET og tú kanst varðveita trygdargóðkenningina gjøgnum setanarskeiðið.
Umsóknarfreistin er 4. Marts 2026.
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til HR-deildina á teldupost: fo-personalekontor@politi.dk.
Vilt tú vita meira um starvið?
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Heina Jacobsen, politikommissær, á tlf. 288382 ella á teldupost hja012@politi.dk.
Vit mæla øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til kyn, aldur, ættarslag, átrúnaðarliga áskoðan ella etniskan uppruna til at søkja starvið.
Dansk udgave af stillingsopslaget er tilgængelig på Færøernes Politis hjemmeside, www.politi.fo.