P/F Hotel Hafnia
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
8. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Brennir tú fyri leiðslu og at veita framúr góða tænastu?
So ert tú møguliga júst tann, vit á Hotel Hafnia leita eftir, til starvið sum fundar- og matstovuleiðari á okkara livandi og sjarmerandi hotelli mitt í býnum.

Virksemið hjá P/F Hotel Hafnia er í støðugari menning og vøkstri. Nú tá okkara verandi leiðari fer í annað starv í fyritøkuni, søkja vit eftir einum nýggjum fundar- og matstovuleiðara.

Um starvið
Sum fundar- og matstovuleiðari fært tú eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum virknum Greenkey hotelli, har vit leggja okkum eftir at lúka høg krøv innan umhvørvi og burðardygd.

Tínar arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • At tryggja, at veitslur og tiltøk eru væl samskipaði
  • Gera arbeiðsætlan
  • Læra nýggj starvsfólk upp
  • Samskipa innkeyp til deildina

Um teg
Tú ert ein sjónligur leiðari, ið altíð setur høgt tænastustøðið í fremstu røð. Tú ert ein liðspælari, sum kann koma við nýggjum hugskotum og arbeiður væl saman við øðrum. Eisini skalt tú duga at samskifta greitt og arbeiða sjálvstøðugt, tá tað er neyðugt.

Vit bjóða

  • Tú verður partur av einum góðum og dugnaligum arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleikan at koma við tínum íkasti
  • Eitt livandi arbeiðsumhvørvi, við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi og góðum møguleikum at læra og mennast
  • Eina jaliga arbeiðsmentan við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Freist at søkja

Freistin at søkja starvið er 8. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

Starvsbyrjan er 1. apríl 2026, ella eftir nærri avtalu.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B leiðaran Peter Hentze, á teldupost ph@hafnia.fo ella á telefon 233146.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið