P/F Hotel Hafnia
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
8. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Brennir tú fyri einum høgum tænastustøði og at ganga á odda í einum livandi og hugnaligum kafeumhvørvi? Vit sóknast eftir einum leiðara til okkara hugnaligu Kafé Kaspar.

Virksemið hjá P/F Hotel Hafnia er í støðugari menning og vøkstri. Nú okkara verandi leiðari fer í annað starv í fyritøkuni, søkja vit eftir einum nýggjum leiðara til Kafé Kaspar.

Um starvið
Tú fært ábyrgdina av dagligu gongdini á Kafé Kaspar og kemur at virka fyri, at gestir okkara fáa eitt høgt tænastustøði. Samstundis verður tú tann, ið gongur undan og tryggjar gott arbeiðslag, samskifti og samstarv í toyminum.

Harumframt fært tú ábyrgdina av:

  • Vaktarskipanini
  • Rakstrinum, vøruúrvali og innkeypi
  • Setan og upplæring av starvsfólkum

Um teg

  • Tú ynskir ávirkan, tekur ábyrgd og dugir at hugvekja starvsfelagar
  • Tú hevur royndir innan tænastuvinnuna - leiðsluroyndir er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt
  • Ert væl skipað/ur og dugir at halda yvirlit, eisini undir trýsti
  • Dámar væl at samskifta við gestir, og veit, hvussu umráðandi góð tænastu er
  • Trívist í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er eins

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært høvi til at menna teg fakliga. Tú fært møguleika at seta tíni fingramerki á dagligu gongdina á Kafé Kaspar, og tú verður partur av leiðslutoyminum.

Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Freistin at søkja starvið er 8. mars 2026. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við F&B leiðaran Peter, á teldupost ph@hafnia.fo ella á telefon 23 31 46.

Líknandi størv

13. februar 2026
13. februar 2026
Sous Chef for ‘Tubbak’   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
Souschef til Hotel Hafnia   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026
Chefs for New Restaurant ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið