WAAG
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
20. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lestrarstarv, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

(Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting)

Vit leita eftir einum dugnaligum lærlingi at gerast partur av okkara toymi.
Sum lærlingur hjá WAAG verður tú partur av eini fyritøku í stórari menning, har uppgávurnar fevna breitt og tú fert at starvast tætt saman við hinum starvsfólk- unum á deildini.

Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, og umframt vanligar fyrifallandi uppgávur, sum eru knýttar at fyritøkuni, fert tú m.a. at læra nógv um:

  • planlegging og stýring av arbeiði, bæði stutt- og langskygt,
  • samskifti við starvsfelagar, kundar og veitarar,
  • viðlíkahald og umvæling av bilum og
  • at brúka ymsar telduskipanir, sum eru knýttar at bilmerkjunum, vit umboða.

Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta ikki, at tú hevur vitan ella royndir innan økið, áðrenn tú byrjar – tað skalt tú læra, meðan tú ert hjá okkum. Tað, vit vænta av tær, er:

  • at tú møtir væl upp,
  • at tú ert áhugað/-ur í at læra, og
  • at tú ert tænastusinnað/-ur.

Um útbúgvingina
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir í mesta lagi fýra ár, og upptøkukravið er í minsta lagi 9. floks prógv. Hevur tú miðnámsútbúgving frammanundan, styttist longdin á útbúgvingini. Við búskaparbreyt verður hon tvey ár, við øðrum miðnámi hálvt triðja ár og við FHS trý ár. Skúlagongdin í sambandi við lærutíðina fer fram á Glasi í Havn.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverki (Lønarbólkur 3: Lærlingar).

Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Simonu Kronberg á tel. 363670 ella á simone@waagbilar.fo

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er fríggjadagin 20. mars 2026.

Umsókn við avritum av prógvum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á simone@waagbilar.fo. Til ber eisini at útfylla formularin niðanfyri.

Sí lýsing og søk starvið her

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið