Lýsing
Hevur tú hug til at verða ein partur av okkara starvsfólkahópi í Norðurstovu. Her starvast ein námsfrøðingur og tvey hjálparfólk.
Norðurstova í Miðgarði hevur nú fingið viðurkenning at virka sum serstova, sum umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, ella fólki við viðkomandi útbúgving at starvast 30-40 tímar um vikuna.
Á serstovuni verður arbeitt skipa, viðurkennandi, við inklutión, og vit taka støðið í tí einstaka barninum. Vit arbeiða við Boardmaker og Time timer so at dagurin hjá børnunum gerst týðiligur.
Tú verður við til at menna eitt sernámsfrøðiligt tilboð, sum byggir á okkara felags virðisgrundarlag og barnasýn. Tú far frælsi at koma við tíni vitan og royndum, og at seta tín dám á virksemið bæði í Norðurstovu og á stovninum sum heild.
Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børnini hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg skipanini.
Vit vænta at tú:
- Hevur áhuga fyri børnum við serligum tørvi
- Megnar at tillaga námsfrøðina til avbjóðingina hjá einstaka barninum
- Megnar at samantvinna námsfrøði og sernámsfrøði
- Tú er álítandi, tolin, nærverandi, hugsar í loysnum og megnar at taka ábyrgd
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Tú tekur støði í einkulta barninum
- Hevur góð samskiftisevnir
- Dugir at tillaga teg eftir umstøðunum
Um starvið
Tú kemur at arbeiða í skipaðum samstarvi við Námsfrøðiliga ráðgevan hjá Vága kommunu og tey starvsfólk, ið arbeiða á stovuni, sum barnið er knýtt at.
Toymisfundir eru hvørja viku, og tú hevur sjálv/ur møguleika at skipa tína fyrireiking í mun til tína arbeiðstíð.
Grundarlagið á serstovuni byggir á at skapa eina góða relatión og út frá henni skapa menning. Serstovan nýtir ymiskt sernámsfrøðilig amboð í sínum gerandisliga virksemi, so sum alternativt samskifti og motoriskar venjingar.
Vit kunnu bjóða tær
Eitt áhugavert og týdningarmikið starv, har vit leggja stóran dent á, at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi. Vit leggja dent á, at arbeiða við góðum relatiónum millum børn, foreldur og starvsfólk. At arbeiða við inklutión.
- Fakliga menning
- Fakliga umhugsan
- Arbeiða sjálvleiðandi
- Leiða og skipa arbeiðið í Norðurstovu
- Góða fyrireikingartíð
Um stovnin
Serstovan eitur Norðurstova og hon er ein av 8 stovum í Miðgarði. Umframt serstovuna, eru fýra barnagarðsstovur og tríggjar vøggustovur.
Serstovan skal rúma 5-7 børnum. Normeringin verður føst og er tann saman sum til 20 barnagarðsbørn.
Í Miðgarði ganga umleið 100 børn, og her arbeiða 35 nærløgd og dugnalig starvsfólk, harav 16 námsfrøðingar.
Vága kommuna hevur bestu normering í landinum og sera góðar umstøður í Miðgarði. Hølisviðurskiftini gera tað møguligt, at skipa virksemið í smáar bólkar gjøgnum allan dagin.
Norðurstova arbeiðir við øllum teimum námsfrøðiligu hugsjónum og amboðum, sum stovnurin nýtir. Hesi kanst tú lesa meira um á www.midgardur.fo
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 og 17:00
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Spurningar
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Mirjam Kjølbro, leiðara, á tlf. 794520.
Sí meira á okkara heimasíðum www.midgardur.fo og www.vaga.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, eElla sum teldupostur til vaga@vaga.fo viðmerk “Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. okt. kl. 12.00.
https://starv.mest.fo/Application/Index/39
Um námsfrøðingar ikki søkja verða hjálparfólk sett í fyribils starv.