Herbergið
Útgivið
16. februar 2026
Útgongur
8. marts 2026
Staður
Tórsgøta 19, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
herbergid@frh.fo

Lýsing

Hevur tú hjarta fyri menniskjum –  og ynskir tú eitt arbeiði, har tú veruliga gert mun? Eitt arbeiði, har nærvera, virðing og menniskjaligur varmi eru líka týdningarmikil sum praktiskar uppgávur?

So er hetta starvið kanska nakað fyri teg

Herbergið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn søkir eftir sjúkrarøktarfrøðing, tí okkara sjúkrarøktarfrøðing fer frá vegna aldur. Talan er um fast starv, í útgangsstøði hálva tíð.

Um starvið
Sum starvsfólk á herberginum ert tú ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá fólki, ið ofta liva við avbjóðingum. Tú ert við til at skapa ein tryggan og rúmligan gerandisdag, har fólk kunnu koma inn, verða sædd, hoyrd og møtt við virðing – akkurát sum tey eru.

Arbeiðið snýr seg bæði um menniskjaliga nærveru og praktiskar uppgávur. Tú verður ein støðugur og álítandi persónur í einum umhvørvi, har smáar gerðir ofta hava stóran týdning.

Starvið fevnir m.a. um:

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar
  • At menna, seta í verk og viðlíkahalda heilsufremjandi mannagongdir fyri búfólki og vitjandi
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivara og aðrar viðkomandi fakbólkar
  • At vera saman við og hugna um búfólk og vitjandi við útgangsstøði í tí tað einsstaka og har tað er í lívinum.

Stutt um okkum
Herbergið í Tórshavn er partur av virkseminum hjá Frelsunarherinum. Vit arbeiða út frá einum kristnum virðisgrundarlagi, har menniskjalig virðing, umsorgan og næstrakærleiki eru grundsúlurnar í øllum, vit gera.

Herbergið er eitt búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við sosialum og/ella rúsevnisavbjóðingum. Vit hava hitastovu og roykstovu, dagsentur og møguleika at lata heimleys gista í styttri tíða skeið. Eisini hjálpa vit familjum og einstaklingum í trongd við mati og øðrum neyðugum.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í viðkomandi skipanir.
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar
    starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Koyrikort til persónbil.
  • Hevur góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga 2
  • kanst taka undir við og arbeiða út frá virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum gerandisdagar í dagtímum millum kl. 8.00 og 16.00. Eftir tørvi kann arbeiði eisini koma fyri seinnapartar, kvøld og í vikuskiftum um átrokandi arbeiði krevur tað.

Arbeiðstíðin verður skipað við fastløgdum arbeiðsdøgum.

Lønar- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggj armálaráðið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til, Herbergid@frh.fo

Líknandi størv

16. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið