Lýsing
Vit hava tørv á summarferiuavloysarum, tá okkara fysio- og ergoterapeutar fara í summarfrí. Ert tú fysio- ella ergoterapeutur og dámar ein fjølbroyttan gerandisdag og fakligar avbjóðingar, so hevur tú møguleika at søkja avloysarastarv hjá okkum.
Nánd er Heimatænastan fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.
Felags køkurin er á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.
Í Nánd starvast sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksstarvsfólk, bussførarar og reingerðarfólk.
Terapeutarnir eru staðsettir á Miðstøðini í Leirvík, og veita tænastur til heimabúgvandi og búfólk á teimum trimum sambýlunum.
Vit leggja dent á:
- Persónsrættaða viðgerð
- Endurmenning
- Tvørfakligt samstarv
- Eitt lærandi umhvørvi
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
- Eitt gott endurmenningartoymi
- Eitt meiningsfult og gevandi arbeiði
- Góða innleiðslu og upplæring
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við aðrar fakbólkar
Setan og løn
Starvið er tímalønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Tú kanst eisini søkja talgilt á okkara heimasíðu: søk starv
Tú kanst lesa meira um okkara virksemi í Nánd her