Atlanticpane P/F
Lýsing
Starvið umfatar móttøku og avgreiðslu av bíleggingum umframt kundamóttøku og handilsavgreiðslu.
VIT VÆNTA AT TÚ:
- hevur kunnleika til skrivstovuarbeiði (tó ongin treyt)
- hevur kunnleika til teldu á brúkarastøði
- dugir at væl samskifta á føroyskum og donskum máli
- ert tænastusinnað/ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Vit hava eitt starv á 30 tímar og eitt á 20 tímar seinnapart
Løn eftir avtalu
Starvssetanin verður skjótast gjørligt.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Dan Jacobsen, stjóra
á telefon 739403 ella senda ein teldupost til dan@atlanticpane.fo
Er hetta nakað fyri teg, so halt teg ikki aftur, men send eina umsókn og lívsrensl (CV) til: dan@atlanticpane.fo