Stórhøllin við Tjarnir
Útgivið
19. februar 2026
Útgongur
1. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Kundi tú hugsað tær eitt fjølbroytt starv, har tú ert við til at fáa alt at rigga, tá stór og smá
tiltøk eru í høllini?

Við Tjarnir søkir eftir húsavørði at arbeiða tá tiltøk eru – serliga kvøld og vikuskiftir. Talan
er um tímalønt starv av og á/eftir tørvi, alt eftir hvussu nógv tiltøk eru. Útbúgving er ikki
neyðug; tað sum er mest umráðandi er, at tú ert røkin, handalig/ur og álítandi.

Arbeiðsuppgávur

  • Klárgera og seta upp til tiltøk (borð, stólar, pall o.a.)
  • Eftirlit og røkt av bygningi og øki (innan- og uttandura)
  • Smærri umvælingar og fyrifallandi arbeiði
  • Hjálpa til, tá brúk er fyri tí undir tiltøkum

Vit vænta, at tú

  • ert praktisk/ur, røkin og arbeiðssom/samur
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og síggja, hvat tørvur er á
  • ert fleksibul og kann arbeiða kvøld og vikuskiftir, tá tiltøk eru

Umsókn og freist
Umsókn, við lívsrensli og viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.
mars 2026. Umsóknin skal sendast til arb@tjarnir.fo.

Starvsbyrjan er í mars 2026, ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Regin W. Dalsgaard, stjóra,
á rwd@tjarnir.fo ella tlf. 59 60 61.

Líknandi størv

Køkshjálp til Hornið   Faroe Islands nýtt
23. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið