Lýsing
Vit leita nú eftir einum kokki afturat til Ástaklokkuna og Titu - Gutti Winther er hövuðskokkur í Ástaklokkuni og Tjóðhild Patursson er hövuðskokkur í Titu, og vit eru bæði sera spent uppá at leggja ein kokk afturat hópinum. Kanska er tað tú?
- Tú fert at arbeiða partvís í Ástaklokkuni og partvís í Titu.
- Flestu vaktirnar eru í dagtímunum, men kvöldarbeiði kann koma fyri.
- Starvið kan vera fulla tíð ella parttíð. Hetta kunnu vit práta um.
- Lön eftir avtalu.
Bæði í Titu og í Ástaklokkuni leggja vit okkum eftir at gera mat burtur úr góðsku rávörum - gjarna föroyskum. Í Titu hava vit vakstrarhús og skjótt hönir, og í Ástaklokkuni gera vit egi smör, súrgamjólk og vónandi skjótt eisini ost.
Ljóðar hetta spennandi? So send okkum eini boð.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.