MEST
Útgivið
20. februar 2026
Útgongur
22. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

MEST ger túsund ting – og vit hava brúk fyri einum kranførara afturat, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum og fjølbroyttum toymi. Dámar tær at taka fat og trívist tú millum góð fólk? So kann hetta vera júst nakað fyri teg!

Um starvið
Sum kranførari verður tú ein lyklapersónur í toymi okkara – tann, sum fær tingini at flyta seg, so alt arbeiðið hongur saman. Tú fert m.a. at:

- føra mobilkranan hjá MEST
- viðlíkahalda kranan og útgerðina
- hava skil á og skráseta viðlíkahald
- vera við, tá ið skip verða tikin upp á beding og sjósett
- halda tað reint og ruddiligt á arbeiðsplássinum

Um teg
Vit leita eftir einum, sum:

- arbeiðir við fyrilitið, vandaleyst og sjálvstøðugt
- leggur dent á trygd
- dugir at meta um støður og taka avgerðir
- er væl fyri fysiskt umframt góða sjón og hoyrn

Tú skalt hava koyrikort til lastbil og lastbil við krana.

Hevur tú kranaskeið? Super! Um ikki, so skipa vit fyri tí – eisini uttanlands.

Løn og annað
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast til ber og lønt eftir avtalu.

Starvsstaðurin kann verða í Tórshavn ella á Skála.

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við Dánjal í Soylu, Rakstrarleiðara, á djs@mest.fo ella tel. 79 12 31.

Freistin at søkja er sunnudagin 22. mars 2026

Vit eru MEST
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið