Tórshavnar kommuna
Útgivið
20. februar 2026
Útgongur
9. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum ergoterapeuti til fast starv á setanarbrøki 1,0 at byrja 1. Apríl 2026 ella skjótast gjørligt.

Terapideildin
Í Terapideildini starvast tilsamans 20 starvsfólk: Ergo- og fysioterapeutar, tvey starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving, og ein heilsurøktari. Terapideildin hevur ein deildarleiðara og tveir varadeildarleiðara. Terapideildin veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar, á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum URD, umframt tvørgangandi tænastur inn á eldrabústovnum.
Kjarnuuppgávan í ergoterapi er at stuðla fólkapensjónistum í at luttaka í innihaldsríkum virksemi ígerandisdegnum, eisini tá tey hava avmarkingar í virkisførleikanum. Tað snýr seg um at hjálpa fólki at menna, endurvinna ella kompensera fyri sínar førleikar, so tey kunnu røkka einum nøktandi gerandisdegi. Vit hava eina aktivitetsorienteraða tilgongd og taka atlit til einstøk mál, tilfeingi og avbjóðingar hjá borgaranum.
Vit stremba eftir høgari fakligheit. Vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein gerandisdag, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi samstarva, trívast, mennast og hava tað gott.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið