Rúsdrekkasøla Landsins
Útgivið
20. februar 2026
Útgongur
8. marts 2026
Staður
Skálatrøð 14 - 100 Tórshavn, Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv
T-post
starv@rusan.fo

Lýsing

Til handil okkara í Tórshavn søkja vit eftir dugnaligum og tænastusinnaðum sølufólki, ið brennir fyri góðari tænastu.
Arbeiði er at ráðgeva og vegleiða viðskiftafólki, umframt alt dagligt arbeiði, ið er at gera í einum handli.

Tú skal vera 18 ár ella eldri fyri at søkja.

Vit ynskja, at tú:

  • Ert skipað/ur
  • Ert nærløgd/lagdur
  • Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving ella royndir frá handli ella sølu.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum
  • Dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • Upplæring í vørum og skipanum okkara

Arbeiðstíðir- og staður
Tín arbeiðsstaður verður í handlinum í Tórshavn.
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira til størri tiltøk og høgtíðir.

Løn- og setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn, saman CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@rusan.fo. Viðmerk “Sølufólk í Tórshavn” í evnisteigin.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 8. mars 2025.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

 

Rúsdrekkasøla Landsins er stovnur undir Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, ið hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka. Handilin í Tórshavn stendur fyri størsta partinum av søluni í Føroyum.
Rúsdrekkasøla Landsins skal útvega viðskiftafólkum sínum góðskuvørur, skapa fortreytir fyri einum vælvirkandi søluneti kring landið og samstundis virka fyri at røkka rúsdrekkapolitisku málunum, ið sett verða.
Rúsdrekkasøla Landsins hevur 8 handlar kring landið, umframt eina høvuðsgoymslu og eina høvuðsskrivstovu. Dagliga starvast meira enn 50 fólk hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið