Lýsing
“Hevur tú dirvið at ganga undan og saman við øðrum halda settu kós?”
Søkt verður eftir fyribils leiðara til Dagstovnin á Velbastað, at byrja 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu.
Dagstovnurin á Velbastað fevnir um vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla og ungdóms virksemi. Á dagstovninum eru í løtuni 40 vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúlabørn og áleið 11 starvsfólk. Á VelbaStaðnum (ungdómsstaðið) arbeiða 5 starvsfólk skiftivís og har eru uml. 20 ung.
Dagstovnurin liggur í náttúru ríkum umhvørvi, sum í stóran mun setur sín dám á námsfrøðiliga innihaldi.
Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarin saman við varaleiðaranum mynda leiðslutoymið á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein saman tvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.
Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.