J&K Petersen
Útgivið
27. februar 2026
Útgongur
20. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Kom so og sprong hjá J&K Petersen!

Vegna økt virksemi søkja vit eftir spreingimeistara. Sum spreingimeistari verður tú ein lyklapersónur í fyritøkuni, og fer at standa fyri at løða og spreingja á ymsu verkætlanunum, sum eru kring landið.

Førleikakrøv
Royndir innan spreinging og verklag er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit veita neyðuga upplæring og skeið. Tað hevur størri týdning, at tú sum persónur ert:

  • álítandi
  • arbeiðssamur, og
  • hevur góð samstarvsevni

Eisini verður væntað, at tú hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Hvat vit kunnu bjóða

  • spreingimeistaraskeið
  • upplæring
  • góða løn og góðar treytir

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á:starv@jkp.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva tilregin@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. mars 2026, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

27. februar 2026
26. februar 2026
26. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið