Lýsing
At arbeiða námsfrøðiligt í einum umhvørvið, har náttúran er heilt nær. Ljóðar tað ikki áhugavert?
Bert 8 minuttir frá Steinatúni, liggur dagstovnurin á Velbastað. Friðurin og vælveran frá náttúruni er ein stórur partur av dagligdegnum. Ta hugflogið og skapandi evnið, sum náttúran kann geva, er fantastiskt at hava so tætt at námsfrøðiliga arbeiðsplássinum.
Og nú hevur tú møguleikan, tí Tórshavnar Kommuna sóknast, vegna Dagstovnin á Velbastað, eftir:
- Námsfrøðingi at starvast 35 tímar um vikuna í barnagarðstovu
- Námsfrøðingi at starvast 25 tímar um vikuna í vøggustovu
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144871