Nánd-Heimatænastan
Útgivið
2. marts 2026
Útgongur
16. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Heilsurøktari til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði
Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir heilsurøktara til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 18 sambýlispláss, harav nøkur eru stuttíðarpláss. Felags køkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingur og hjálparfólk.

Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fýra dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum. Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting. Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísing av starvsfeløgunum.

Talan er um:

  • Fast starv at byrja 1. mai 2026
  • Arbeiðstíðin er í miðal 32 t/viku í blandaðum vaktum, mest dagvaktir. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Vit kunnu bjóða tær:

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232 og elsebeth@eystur.fo

Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. mars 2026.

Tú kanst lesa meira um Nánd her

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið