Lýsing
Eitt tíðaravmarkað starv verða lýst leys til setanar frá 26. mars 2026 og restina av skúlaárinum 2025/26:
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum lærara at undirvísa í Føroyskum, donskum, støddfrøði og enskt í miðdeildini og landafrøði, kristni og søgu í hádeildini.
Setanarbrotið er 1.
Søkt verður eftir lærara, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- duga at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
- halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast
- er fúsur at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
- er vanur at nýta teldu í undirvísingini
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleiki í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17
490 Strendur
hans.petur.jacobsen@skulin.fo
í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2026 kl. 12.00.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 232730.
Á Stranda skúla eru 160 næmingar og 20 lærarar. Meira er at lesa um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo