Lýsing
Vit sóknast eftir verkætlanarleiðara at byrja skjótast til ber.
Vit hava fleiri smærri og størri verkætlanir í gongd í løtuni. Tú kann vænta bæði spennandi og avbjóðandi uppgávur í eini føroyskari byggifyritøku, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.
Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- Verkætlanarleiðslu
- Verkætlanarmenning
- Fíggjarstýring
- Starvsfólkaleiðslu
- Tilboðsrokning
Tín vangamynd
Persónligir førleikar
- Góð samstarvsevni
- Arbeiðir miðvíst og sjálvstøðugt.
- Nærløgd/nærlagdur og hevur gott fíggjarligt skil.
- Góðan leiðsluskap
Fakligir førleikar
- Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði og/ella byggifrøði. Tað er eitt krav, at tú hevur royndir innan verkætlanarleiðslu.
- Góður kunnleiki til KT-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er ein treyt.
- Vit vænta harumframt, at tú dugir væl at tosa og skriva føroyskt, danskt og enskt.
Vit bjóða
- Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
- Tú kemur at arbeiða í einum toymi av byggileiðarum, teknikarum og formonnum.
- Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjølbroytni bæði í aldri, kyni og mentan.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson á tlf. 350700 ella 210683 ella Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara á tlf. 226117.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. oktober 2022. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.