Tórshavnar kommuna
Útgivið
4. marts 2026
Útgongur
17. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt fast starv 32 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum í dagtímum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Runavík.

Arbeiðsuppgávur
Í búfelagsskapinum búgva sjey fólk við menningartarni. Hvør einstakur hevur egna íbúð, har endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív í tryggum heimi. Umframt egna íbúð er ein felagsíbúð.

Í búfelagsskapinum arbeiða vit við at menna og viðlíkahalda førleikar hjá búfólkunum, eitt nú at halda egna íbúð, vegleiða í eginumsiting av fíggjarstøðu, heilsustøðu og sosialt.

Arbeitt verður við støði í m.a. KRAP og virkisætlanum. Vit brúka ymisk skema sum amboð til at skipa gerandisdagin hjá búfólkunum.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tí er týdningarmikð, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og vera við í tvørfakligum samstarvi við annað arbeiðspláss.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

4. marts 2026
4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið