Lýsing
Vilt tú vera við til at styrkja tolleftirlitið við føroyska landamarkið?
Brúka møguleikan og søk nýggja starvið sum átaksleiðari á tolldeildini hjá TAKS.
Tú verður ein lyklapersónur í okkara eftirlitsarbeiði
Sum partur av eini vælvirkandi deild ert tú, við fakligari dygd, góðum samstarvi og røttum amboðum, við til at skapa eitt nýmótans og effektivt eftirlit. Tú situr við borðið, tá ætlanir verða lagdar, og ert við á feltinum, tá tær verða settar í verk.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðstættirnir í arbeiðinum eru at:
- seta mál og fylgja teimum upp
- gera váðametingar og eftirlitsætlanir
- samskipa og luttaka í átøkum og eftirlitum
- tryggja dygd í skjalfesting og frágreiðingum
- samstarva við føroyskar og útlendskar myndugleikar og áhugapartar
Útbúgving
Vit ímynda okkum, at tú hevur miðallanga ella hægri útbúgving, til dømis innan:
- kriminologi
- dátugreining
- verkætlanarstýring ella
- samskifti og leiðslu
Onnur útbúgving, sum gevur førleika til eftirlits- og greiningararbeiði, er eisini viðkomandi.
Persónligir førleikar og eginleikar
Yvirlit, dømikraft, menniskjakunnleiki, strategiskt hegni og hugur at læra eru avgerandi eginleikar fyri, at uppgávurnar verða loystar væl.
Tað er ynskiligt, at tú:
- samskiftir greitt, munnliga og skrivliga
- dugir at raðfesta, útdeligera og loysa uppgávur
- kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- vísir hógv, ert fyrikomandi og skapar álitisfull sambond
- hevur áhuga fyri nýggjari tøkni, til dømis vitlíki og dátugreining
Tað er krav, at tú:
- ert sálarliga og kropsliga væl fyri
- hevur koyrikort og reina revsiváttan
- tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt
- vísir trúskap móti galdandi lógum og forskriftum
Kunnleiki til verkætlanarstýring og dátugreining, til dømis Power BI, er ein fyrimunur.
Tú fært
- eitt spennandi og ábyrgdarfult starv við stórum týdningi fyri handil og tryggleika í Føroyum
- góðar møguleikar at menna tínar førleikar innan samskipan, eftirlit og verkætlanarstýring
- eitt vælvirkandi arbeiðspláss við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. mai 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 39,5 tímar um vikuna, vanliga millum klokkan 8 og 16. Tú mást tó eftir tørvi kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Starvið er lønt sum tænastumannalíknandi starv í lønarflokki 31 eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum.
Høvuðsstarvsstaðurin er hjá TAKS í Havn. Starvsstaðurin kann tó vera skiftandi, tí tollarar hava arbeiðsuppgávur kring alt landið. Setanarøkið er TAKS og fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Umsóknarfreistin er 22. mars 2026
Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV, prógv og viðmæli.
Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Birtu Biskopstø, deildarstjóra, á 35 26 00 ella á bib@taks.fo.