Atlantic Airways
Útgivið
9. marts 2026
Útgongur
25. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug og hegni at greina og arbeiða við tølum og fáast við kt-skipanir? Okkum tørvar ein ágrýtnan og framskygdan kontrollara til Fíggjardeildina hjá Atlantic Airways at byrja skjótast til ber. Sum kontrollari hjá Atlantic Airways sleppur tú at royna teg í avbjóðandi og fjølbroyttum starvi í framtakshugaðari fyritøku.

Fíggjardeildin arbeiðir í tøttum samstarvi við okkara dugnaligu starvsfólk og leiðslu og hevur til uppgávu taka sær av fíggjarligum greiningum og menningaruppgávum eins og av leiðslukunning og -ráðgeving innan fíggjarøkið. Fíggjardeildin umsitur øll feløgini í P/F Atlantic Airways samtakinum. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Um starvið

Tað verður millum annað tín uppgáva at:

  • Vera við til at gera fíggjarætlan
  • Fylgja upp á fíggjarligu gongdina
  • Gera fíggjarligar greiningar og hagtøl
  • Arbeiða við váðastýring
  • Talgilda og betra arbeiðsgongdir í felagnum

Førleikar

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
  • Hevur royndir innan roknskaparøkið, fíggjarstýring og rapportering
  • Hevur royndir við Business Inteligence
  • Hevur analytiska tilgongd og yvirlit eins og eyga fyri smálutum
  • Arbeiðir málrættað, framskygt og professionelt
  • Hevur jaligan hugburð, góð samstarvs- og samskiftisevni
  • Hevur góðar málsligar førleikar á føroyskum, enskum og donskum.

Arbeiðstíðir og -staður

Talan er um fulltíðarstarv við setan skjótast til ber. Starvið verður sett og lønt eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara í Vága Floghavn.

Umsókn

Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta her. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn og í trúnaði. Vit eru klár at taka ímóti tínari umsókn og gleða okkum at hoyra frá tær.

Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Vilt tú vita meira?

Vinaliga set teg í samband við Reidar Egilsnes Hansen, fíggjarleiðara, tel. 213 734 og t-postur reidarh@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, HR-leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið