Lýsing
Hevur tú áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og dámar tær ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ymiskum uppgávum, góðum trivnaði og góðum samstarvi?
Á MEST tørvar okkum ein fyrikomandi og nærlagdan starvsfelaga til fyrisitingina. Talan er um eitt farloyvisstarv við byrjan 01. mai 2026. Starvið er fyribils sett til at vara til 31. august 2027, men møguleiki er fyri leingjan.
Um starvið
Sum partur av fyrisitingini hjá MEST fært tú ein fjølbroyttan arbeiðsdag við ymiskum uppgávum. Tínar høvuðsuppgávur verða m.a.:
- umsiting av keypsfakturum, kreditorum og útgjøldum
- tolling av innflutningi
- Telefonmóttøka og samskifti við kundar og samstarvsfelagar
- ymsar fyrisitingarligar uppgávur eftir tørvi og royndum
Um teg
Vit ímynda okkum at tú:
- hevur skrivstovuroyndir, skrivstovuútbúgving ella kunnleika til bókhald
- hevur hug at læra nýggjar arbeiðsgongdir og mannagongdir
- dugir væl at samskifta á føroyskum og hevur góðar førleikar í donskum og enskum
- hevur góðan telduførleika og ert stinn/ur í MS Office
- hevur royndir við Microsoft Dynamics Business Solutions (fyrimunur, men ikki krav)
- ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur, rúmlig/-ur og hevur eitt opið sinnalag
Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv frá 1. mai 2026 og lønin verður ásett sambært avtalu og royndum. Arbeiðsstaður er í Tórshavn, men við møguleika at arbeiða í Runavík og á Skála.
Umsóknarfreist
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum ummælum skal sendast okkum í seinasta lagi 19. mars 2026 . Les meira og søk starvið á www.mest.fo/starv
Hevur tú spurningar ella ivamál kanst tú seta teg í samband við Arna Klein, Roknskaparleiðara á tel. 791120 ella aka@mest.fo.
Um MEST
Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum.