Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum starvsfólki til Lendisliðið. Vit leita eftir tær, sum trívist at arbeiða úti og hevur hug at skapa grøn og væl røkt fríøki til gleði fyri borgarar og vitjandi. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur týdningarmikla ávirkan á, hvussu borgarar uppliva sítt nærumhvørvi hvønn einasta dag.
Um starvið
Lendisliðið hevur ábyrgd av dagligari røkt og menning av kommunalu fríøkjunum, náttúruøkjum, kirkjugarðum, viðarlundum og uttandura hentleikum. Í starvinum fert tú at arbeiða við røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, lendisgøtum, spæliplássum og náttúruøkjum. Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagligar praktiskar uppgávur, samstarv við borgarar og størri lendisarbeiði gjøgnum árið. Tú verður ein týðandi liður í arbeiðinum at tryggja rein, røkt og innbjóðandi fríøki í kommununi.
Lendisliðið hoyrir undir Lendis- og kirkjugarðstænastuna, sum vísir til Býarskipanardeildina í Tórshavnar kommunu.