Lýsing
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og álítandi starvsfólki til goymsluna á Framleiðsluapotekinum.
Tú verður partur av goymslutoyminum, sum fæst við at avgreiða bíleggingar frá kundum og at taka sær av uppgávum, ið vanliga eru at gera á einari goymslu. Talan er um eitt sjálvstøðugt og mennandi starv, har tú verður við til at mynda arbeiðið framyvir.
Um starvið
Á goymsluni fært tú ábyrgd av at pakka vørur til sjúkrahús, apotek og aðrar kontokundar. Eisini fert tú at fáast við vørumóttøku, útkoyring av vøru og tú verður úrvalsbrúkari til vørurobottin.
Sum partur av dagliga arbeiðnum á goymsluni skalt tú vera við til at halda goymsluna reina og ruddiliga. Tú mást eisini kunna átaka tær aðrar arbeiðsuppgávur um neyðugt.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin og dámar væl at goymslan er væl skipað og ruddilig. Tú ert álítandi, megnar skiftandi arbeiðsuppgávur og dugir væl at leggja tær arbeiðið til rættis. Tú hevur royndir við teldu og hevur hug at royna teg við vørurobottinum. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú ert sinnað/ur at taka koyrikort til trukk.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22.mars 2026.
Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo