PFJ-EL Sp/f
Lýsing
Vegna økt virksemi ynskja vit at seta ein ella fleiri elektrikarar skjótast tilber.
PFJ-EL Sp/f arbeiðir við el-installatiónum innan sethús, bygningar, virkir og skip, og arbeiðið er um alt landið.
Vit eru eitt virki, sum leggur dent á gott handverk, álítandi arbeiði og gott samstarv í dagligdegnum.
Arbeiðsuppgávur
- El-installatiónir í sethúsum, bygningum, virkjum og skipum
- Viðlíkahald og umvæling av el-installatiónum
- Uppseting og eftirlit av el-skipanum
- Feilfinning og tekniskt arbeiði innan el-fakið
Fakligar førleikar
- Útbúgving sum elektrikari
- Royndir innan el-installatiónir til vinnu, eru ein fyrimunur
- Góðir tekniskir førleikar
Persónligir førleikar
Vit vænta, at tú:
- Ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Ert skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Trívist at arbeiða saman við øðrum
- Hevur gott handalag og áhuga menning í el-fakinum
- Hevur koyrikort til persónbil
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur
- Góðar arbeiðsumstøður
- Løn sambært avtalu
Umsókn
Skrivligar umsóknir við fylgiskjølum kunnu sendast í telduposti til pfj@pfj.fo.
Fá meiri at vita um starvið við at ringja á tlf. 423388.
Freisitin at søkja er 6. Apríl.
Rætti umsøkjarin byrjar í sum elektrikari skjótast til ber.