Akstovan
Útgivið
20. marts 2026
Útgongur
5. april 2026
Staður
Denmark
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú eyga fyri detaljum, ert tú væl skipað/ur og dámar tær at arbeiða miðvíst við matvørutrygd, fiskavælferð og reinføri? So ert tú kanska tann, ið vit leita eftir.Vit leita eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum góðskueftirliti at verða partur av okkara góðskutoymi. Sum góðskueftirlit verður tú ein lyklapersónur í at tryggja, at okkara framleiðsla altíð lýkur hægstu krøv til góðsku, reinføri og matvørutrygd.

Um starvið
Tú verður partur av Góðskudeildini hjá Bakkafrost, har vit arbeiða við matvørutrygd, góðsku, fiskavælferð, umhvørvi, starvsfólkatrygd og viðlíkahaldi. Starvsstaðið er á virkinum á Glyvrum, og tú arbeiðir í tøttum samstarvi við onnur góðskueftirlit/góðskutryggjara/leiðara og aðrar deildir. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og í vaktum.

Høvuðsuppgávur

  • Tryggja, at framleiðslan fylgir galdandi lógum, reglum og góðskuskipanum
  • Dagligt eftirlit við framleiðslu á kryvjivirki, liðugtvøruvirki, roykivirki, pakkivirki og partvís kassavirki
  • Eftirlit við reinføri og reinførisreglum – bæði visuelt og bakteriufrøðiliga
  • Sýnistøkur av reingerð, liðugtvøru, framleiðsluútgerð, vatni og spillvatni v.m
  • Haldføriskanningar og aðrar kanningar kravdar av myndugleikum og kundum
  • Skráseting og viðlíkahald av upplýsingum í góðskuskipanum
  • Luttøka í innanhýsis og uttanhýsis skoðanum
  • Aðrar uppgávur, sum natúrliga hoyra til økið

Førleikar og royndir
Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur útbúgving sum laborantur, fiskivinnutøkningur ella líknandi (ikki krav, men fyrimunur)
  • Hevur royndir innan matframleiðslu og skil fyri matvørutrygd, fiskavælferð, heilsu, trygd og umhvørvi.
  • Dugir væl at brúka KT-amboð (Microsoft Office, Innova o.a.)
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum – bæði í skrift og talu

Vit bjóða
Ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag í einum toymi við høgum fakligum førleikum, har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Eisini bjóða vit starvsfólkatryggingar og møguleika fyri at vera við í kantinuskipan.

Meir at vita
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhonnu Feilberg, góðskuleiðara, á tlf. 235026.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri. Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 19. apríl 2026.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.600 starvsfólk (ársverk).

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið