P/F Smyril Line
Útgivið
21. marts 2026
Útgongur
12. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lestrarstarv, Faklært

Lýsing

Okkara marknaðardeild hevur tørv á fleiri kreativum starvsfólkum, og tí leita vit eftir ágrýtnum grafiskum sniðgeva ella lærlingi at byrja sum skjótast.

Í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðardeildini, verður tú ein týðandi partur av marknaðarføringstoyminum, har tú arbeiðir við at sniðgeva og framleiða sølu- og marknaðarføringstilfar til alt okkara virksemi.

Tú skalt seta tín dám á og sniðgeva tilfar til gestin, ið droymir um ein túr við Norrønu, at gista á hotelli og at njóta ein bita á okkara matstovum. Samstundis skalt tú skapa B2B tilfar til farmadeildina, sum er í støðugari menning. Arbeiðið umfatar fleiri marknaðir og mál og tískil eru uppgávurnar fjølbroyttar, og hava vit tørv á talgildum loysnum, SoMið tilfari og prenti.

Stutt sagt, so er hettar eitt ógvuliga spennandi starv.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur útbúgving ella royndir innan grafiska sniðgeving ella at tú hevur hug at koma í læru sum sniðgevi.

Starvið sum sniðgevi krevur, at tú:

  • Dugir væl grafisku forritini t.d. Adobe-pakkan
  • Hevur eyga fyri detaljum og góðum designi
  • Ert kreativ/ur og tekur initiativ
  • Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur hug at fylgja við nýggjum trendum innan design og digital marknaðarføring

Til tíðir er ferðin høg, tí mást tú duga væl at taka skjótar avgerðir.

Løn og arbeiðstíðir verða avtalaðar nærri. Er hettar møguliga nakað fyri teg? Ring í trúnaði til Karis á 521617 ella skriva til karis@smyrilline.fo. Freistin at søkja er 12. apríl 2026.

Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni hjá okkum HER (vit viðgera umsóknir so hvørt tær koma inn).

UM SMYRIL LINE
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið