Lýsing
Vilt tú vera við til at góðskutryggja føroyska flogvinnu? Og hevur tú viðkomandi royndir og førleikar við Quality Management System? Vit leita eftir starvsfólki til eftirlitsøkið hjá Atlantic Airways at byrja skjótast gjørligt.
Sum partur av okkara compliance toymi sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi í framtakshugaðari fyritøku. Høvuðsuppgávan er at syrgja fyri, at allar mannagongdir verða fylgdar, og um neyðugt dagførdar og tillagaðar, og at lógarverkið verður hildið. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Starvið
Tú verður partur av toymi, sum tekur sær av innaneftirlitinum hjá felagnum. Uppgávan verður fyrst og fremst at halda eyga við øllum mannagongdum úti á deildunum og við, hvussu hesar samsvara við ásettu lógarkarmar fyri flogvinnu. Tað er tí partur av uppgávuni at:
- seta teg inn í lógarverkið fyri økið
- samskipa, íverkseta, viðlíkahalda og áhaldandi betra innaneftirlitið í fyritøkuni
- fyrireika og kunna leiðslubólkin so hvørt um komandi eftirlit (audit) og úrslit
- avgreiða uppfylgingararbeiði aftaná audit
- seta teg inn í allar mannagongdir, sum tú hevur eftirlit við
- ráðgeva og vegleiða í eftirlitsmálum
- viðlíkahalda tær skipanir, sum arbeitt verður í
Tú arbeiðir tætt saman við tínum leiðara og syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru. Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur.
Um teg
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og førleikar við compliance - góðskustýring og -trygging.
Fyri at trívast og eydnast í hesum starvinum skalt tú harumframt:
- hava lætt við at seta seg inn í og skilja lógartekst
- arbeiða skipað, vera røkin og hava yvirlit
- dáma at viðgera uppgávur nágreiniliga
- duga væl at samskifta á bæði føroyskum, donskum og enskum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- vera fleksibul
- halda ásettar freistir
Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrenlsi (cv).
Arbeiðsstaður og arbeiðstíð
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir tú á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er tann 19. oktober 2022.
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Randi Reinert, góðskuleiðara, tel. 213 758, t-postur randi@atlantic.fo, ella Elin Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702,
t-postur: elin@atlantic.fo.