Lýsing
So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:
- 4 á Tjaldurs Apoteki
- 1 á Suðuroyar Apoteki
- 1 á Norðoya Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Vága Apoteki.
- 1 sum kombinæmingur á Vága Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum og á Norðoya Apoteki.
Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Um læruplássini
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, røktarheim og bústovnar.
Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.
Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:
- hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
- hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
- ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
- dámar nýggjar avbjóðingar
- ert búgvin og tekur ábyrgd
- dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
- hevur góð samstarvsevni
Lærutíðin byrjar 1. september 2026. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15. mai ella eftir avtalu.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:
- Jonu Thune, millumleiðara á Norðoya Apoteki, á jona@apotek.fo
- Duritu Rask Olsen, apotekara á Suðuroyar Apoteki, á duritaro@apotek.fo
- Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á beinta@apotek.fo
- Elisabeth Joensen Næs, deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo
Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á leinkið í seinasta lagi 19. apríl 2026.
- Umsókn til Tjaldurs Apotek – leinki
- Umsókn til Suðuroyar Apotek – leinki
- Umsókn til Norðoya Apotek – leinki
- Umsókn til Vága Apotek – leinki
Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo.