Lýsing
Vit leita í løtuni eftir starvsfólkum, sum kunnu arbeiða nakrar seinnapartar og/ella nøkur kvøld um vikuna og annaðhvørt vikuskifti.
Sum starvsfólk hjá okkum hevur tú nógvar ymiskar uppgávur, har tú millum annað kemur at arbeiða við kassan, í køkinum og úti í matstovuni.
Vit síggja fyri okkum, at tú sum persónur er fyrikomandi, at tú hevur áhuga fyri kundatænastu, og at tú trívist við at hava beinleiðis samband við gestirnar. 🙂
Serliga hava vit tørv á fólki, ið kunnu arbeiða millum kl. 16.00 og kl. 21.00. Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Blagica, matstovuleiðara, á telefon 789685.
Tú søkir starvið á leinkjuni her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2205.
Ynskiligt er, at tú ert yvir 15 ár.