Lýsing
Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivara ella skrivara til Rannsóknarstovuna til setan 15.11.2022 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 30 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.
Rannsóknarstovan umfatar 5 rannsóknarstovuøki, har harav patologiska økið er normerað við 1 patologi, 1 læknaskrivara og 1 bioanalytikara.
Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og sosialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.
Sum læknaskrivari kemur tú primært at arbeiða við patologiskipanini, sum umsitir alt kanningartilfar til patologiska økið, umframt screening fyri lívmóðurhálskrabba.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Skriva/avgreiða patologisvar
- Telefonavgreiðsla við kommunulæknar/sjúkrahús – bæði innan- og uttanlands
- Teldupostsamskifti við kommunulæknar/sjúkrahús – bæði innan- og uttanlands
- Samskifti um patologiskt prøvatilfar til útgreining og gransking
- Umsita innkalliskipan viðv. screening fyri lívmóðurhálskrabba
- Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi
Førleikakrøv
- Útbúgvin læknaskrivari ella skrivari
- Góð samstarvsevni og jaligt lyndi
- Gakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini
- Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
- Góðan telduførleika
- Góð evni og hug at miðla vitan
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
- Upplæring á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Biritu K. Samuelsen, leiðandi bioanalytikara, á tlf. 304599 - lokal 5601 ella t-post birje@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 04.11.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgvingina skulu havast við til eina møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu, www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum”, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.