ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
Almannaverkið søkir starvsfólk, ið kunnu stuðla og skapa ein innihaldsríkan dag fyri borgarar í Sambýlinum í Hóvabrekku og í Børkugøtu. Í sambýlunum búgva ávíkavist 11 og 6 borgarar við menningartarni og autismu.
Um størvini
- Eitt farloyvisstarv 35 tímar um vikuna í sambýlinum í Hóvabrekku at byrja 01.12.2022 ella eftir nærri avtalu. Starvssetanin er til 01.12.2023
- Eitt starv 35 tímar um vikuna í sambýlinum í Børkugøtu at byrja 01.12.2022 ella eftir nærri avtalu
- Eitt starv 40 tímar um vikuna í sambýlinum í Børkugøtu at byrja 01.12.2022 ella eftir nærri avtalu