Lýsing
Vit sóknast eftir
Heilsuhjálpara til Sambýlið á Heygnum frá 1. jan. 2023 á setanarbrøki 0,5. Arbeitt verður í kvøldvaktum aðruhvørja viku, íroknað vikuskiftið. Um ynski er um tað, ber til at fáa hægri brøk, og verður arbeiðið tá í skiftandi vaktum.
Á Sambýlinum á Heygnum búgva 10 fólk við ymiskum tørvum, harafturat eru 5 pláss til samdøgurðsrehabilitering. Arbeitt verður fram ímóti, at Sambýlið á Heygnum, sum frá líður, gerst umlættingar- og rehabiliteringseind.
Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari. Vit vænta av tær, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Royndir innan eldra- og rehabiliteringsøkið, eins og royndir við journalskipanini Cosmic, kunnu vera fyrimunir.
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum. Eisini er tað av sera stórum týdningi, at tú ert áhugað/-ur í at arbeiða innan rehabilitering.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt tína vitan og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virðini síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum sæst á heimasíðu okkara: https://nbh.fo/nbh/
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tel. 793410 ella við telduposti til solgerdv@nbh.fo.
Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 14. nov. 2022.