LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
26. oktober 2022
Útgongur
13. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ergoterapeuti til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt barsilsfarloyvisstarv á 1,0 at byrja 01.01.2023 til 31.12.2023 ella eftir avtalu.

Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 21 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og er ergoterapi ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis er ergoterapi partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir.
Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking, og tí er týðandi, at tú fylgir væl við hvat rørir seg á økinum.

5 ergoterapeutar starvast á deildini, sum saman við 17 fysioterapeutum og einum audiologopedi veita serkøna endurvenjing á Landssjúkrahúsinum.
Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Uppgávunar hjá ergoterapeutunum er at screena sjúklingar fyri dysfagi, endurvenja apoplexi/ neurologiskar sjúklingar, heimavitjanir, at ráðgeva um hjálpartól, veita endurvenjing aftaná arm/hond frakturar og skurðviðgerðir, at kanna og byrja endurvenjingar til sjúklingar á barnadeildini og endurvenjing til krabbameinssjúklingar.
Deildin skal ætlandi flyta í nýtt spennandi umhvørvi í H-bygninginum í komandi ár.

Krav
• Góðkenda útbúgving og autorisatión sum ergoterapeutur

Dentur verður lagdur á:
• At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
• At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
• At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum
• At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
• At tú fylgir væl við nýggjastu gransking á økinum

Harumframt vænta vit, at tú tolir broytingar, ert framskygd/ur og megnar at samstarva við nógvar ymsar fakbólkar.

Vit kunnu bjóða
• Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• Kompetentar starvsfelagar
• Innanhýsis frálæru og førleikamenning
• Eitt av landsins størstu og mest avbjóðandi arbeiðsplássum

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er tann 13.11.2022.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu, www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum”, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið